Plantuvegleiðing
Lær um innræsnu planturnar Tað eru nógvar plantur, sum kunnu metast sum innræsnar. Vit hava valt at fokusera upp á hesar 5: Garðaskøra, Loðið hóvblað, Laksaber, Japansk pílaurt og Fuksia.
Samanber eyðkennini
Kenn planturnar Trýst á eina mynd fyri at síggja hana størri.
Garðaskøra Loðið hóvblað Laksaber Japansk pílaurt Fuksia
Garðaskøra Alchemilla mollis
Bleyt bløð og gulgrønar blómur.
Ljósagrøn bløð við bognum flipum. Smáar gulgrønar blómur í tyssum oman fyri bløðini. Upprunaligar føroyskar skørur kunnu líkjast henni. Kenn mun á skørunum →
Eyðkenni: RHS · Tjóðsavnið . Les um týning og fakliga eftirkanning .
Loðið hóvblað Tussilago farfara
Várblómur fyrst — stór bløð seinni.
Gular blómur tíðliga um várið. Breið bløð síggjast seinni á árinum. Blómur og bløð síggjast ikki altíð í senn. Várblómur og summarbløð eru á hvør sínari mynd og vísa ikki somu plantu.
Keldur: Runavíkar kommuna · Jensen o.fl. (2023) .
Laksaber Rubus spectabilis
Eisini nevnt sponsk hindber
Runni við týðiligum ljósareyðum blómum.
Smáir tornir kunnu vera á nýggjum greinum. Berini líkjast hindberjum. Berini kunnu vera gul, appilsingul ella reyð.
Navn: Tórshavnar kommuna · Eyðkenni: NC State Extension .
Japansk pílaurt Reynoutria japonica Eisini Fallopia japonica
Liðaðir stelkar og breið, grøn bløð.
Stelkarnir líkjast bambusi og hava týðilig lið. Bløðini sita skiftivís og hava ofta næstan beinan botn. Kremhvítar blómutyssur kunnu koma seint á sumri.
Navn: Tórshavnar kommuna · Eyðkenni: RHS .
Fuksia Fuchsia magellanica
Eisini nevnd blóðdropi
Runni við smølum, hangandi blómum.
Blómurnar kunnu vera reyðar ella reyðbláar. Grønu bløðini hava smáar tenn fram við kantinum. Hygg bæði eftir blómunum og skapinum á runninum.
Navn: Tórshavnar kommuna · Eyðkenni: NC State Extension .