Plantuvegleiðing

Kenn mun á skørunum

Skørur líkjast ofta hvørjari aðrari. Men ikki allar skørur eru innræsnar. Lær at kenna munin á garðaskøru og skørunum, sum vaksa av náttúru í Føroyum.

Innræsin

Kenn garðaskøruna

Samanber bløðini

Fýra aðrar skørur

Sjeyskøra

Alchemilla filicaulis

Skorurnar í bløðunum ganga umleið ein triðing inn móti miðjuni. Eitt týdningarmikið eyðkenni eru hárini á blaðstelkunum og niðast á leggjunum, sum standa út frá plantuni. Hon hevur tvey undirsløg, filicaulis og vestita; hjá vestita er øll plantan hárut.

Sjeyskøra við rundaðum, tentum bløðum og gulgrønum blómutyssum við ein stein.
Livandi plantaLen Worthington · CC BY-SA 2.0 · tillagað
Pressað sjeyskøra við rundum bløðum og einum blómuleggi.
Herbarium · 1986Fornax · CC BY-SA 3.0 · tillagað

Eyðkenni: BSBI. Navn: Tjóðsavnið.

Hvasstent skøra

Alchemilla wichurae

Bløðini eru rund og partarnir rundaðir, við smáum, hvøssum tonnum. Skorurnar ganga umleið ein triðing inn móti miðjuni. Hárini á blaðstelkunum og niðast á leggjunum liggja inn at plantuni, og sjálv bløðini eru næstan hárleys.

Hvasstent skøra við grønum, tentum bløðum millum gras.
Livandi plantaLen Worthington · CC BY-SA 2.0 · tillagað
Pressað hvasstent skøra á herbarium-arki við rundum bløðum og blómuleggjum. Heila arkið sæst í stórari mynd.
Herbarium · O-V-617800Naturhistorisk museum, Oslo · CC BY-SA 4.0 · tillagað

Eyðkenni: BSBI. Navn: Tjóðsavnið.

Onnur skørusløg kunnu eisini vaksa í Føroyum.