Soleiðis kanst tú basa garðaskøruni

Garðaskøra (Alchemilla mollis) er ein innræsin planta, sum breiðir seg skjótt og kann taka pláss frá øðrum plantum. Tí er umráðandi at forða henni í at breiða seg í føroysku náttúruni.

Kenn plantuna, áðrenn tú byrjar

Í Føroyum vaksa eisini fleiri upprunaføroysk skørusløg, sum kunnu líkjast garðaskøru.

Ert tú í iva um, hvørja skøru tú hevur funnið, skalt tú kanna, um hetta er garðaskøra ella ein onnur skøra, áðrenn tú fert at týna hana.

Lær at kenna mun á skørunum

Tak garðaskøruna upp við rót

Best er at grava alla plantuna upp, so røturnar eisini koma við. Smáar plantur eru ofta lættari at taka upp enn stórar.

Tað kann vera neyðugt at koma aftur fleiri ferðir, tí nýggjar plantur kunnu spíra, og røtur kunnu vera eftir í moldini.

Forða henni í at seta fræ

Um tú ikki fært tikið alla plantuna upp, kanst tú avmarka spjaðingina við at taka blómurnar av, áðrenn fræini búnast.

Hetta týnir ikki sjálva plantuna, men kann forða henni í at breiða seg við fræi.

Er plantan longu farin at seta búgvin fræ, skalt tú vera serliga varin, so fræini ikki verða spjadd undir arbeiðinum.

Bein plantuna rætt burtur

Garðaskøra og avskurður frá henni skulu ikki í kompost ella tveitast út í náttúruna.

Plantutilfarið skal savnast saman og latast til brenningar eftir galdandi reglum hjá tíni kommunu ella burturkastskipan. Lat sum minst av mold fylgja við.

Hjálp øðrum plantum at vaksa

Tá garðaskøran er tikin burtur, kann tað hjálpa at sáa gras ella seta annan hóskandi føroyskan gróður niður, so garðaskøran ikki fær pláss at vaksa aftur.

Fylg við, um skøran kemur aftur

Hygg eftir staðnum við jøvnum millumbilum. Tað er ikki altíð nóg mikið at taka garðaskøruna burtur eina ferð.

Á okkara korti kanst tú boða frá, at plantan er tikin burtur, og seinni boða frá, um hon kemur aftur.

Far til kortið

Minst til: Kanna væl, at talan er um garðaskøru, áðrenn tú tekur hana upp. Tú skalt hava loyvi at arbeiða á staðnum. Brúka ikki salt ella plantueitur.

Keldur og meira kunning