Plantuvegleiðing

Lær um innræsnu planturnar

Tað eru nógvar plantur, sum kunnu metast sum innræsnar. Vit hava valt at fokusera upp á hesar 5: Garðaskøra, Loðið hóvblað, Laksaber, Japansk pílaurt og Fuksia.

Samanber eyðkennini

Kenn planturnar

Trýst á eina mynd fyri at síggja hana størri.

Loðið hóvblað

Tussilago farfara

Várblómur fyrst — stór bløð seinni.

  • Gular blómur tíðliga um várið.
  • Breið bløð síggjast seinni á árinum.
  • Blómur og bløð síggjast ikki altíð í senn.

Várblómur og summarbløð eru á hvør sínari mynd og vísa ikki somu plantu.

Gular várblómur hjá loðnum hóvblaði á flustum stelkum, áðrenn stóru bløðini síggjast.
VárblómurGvido-Galendim · CC BY-SA 4.0 · tillagað
Breið, grøn summarbløð hjá loðnum hóvblaði í skógarbotni.
SummarbløðAgnieszka Kwiecień, Nova · CC BY-SA 4.0 · tillagað
Botanisk talva av Tussilago farfara við blómum, bløðum og smálutum.
Köhler · 1887, talva 6F. E. Köhler o.fl. · Public domain

Keldur: Runavíkar kommuna · Jensen o.fl. (2023).

Japansk pílaurt

Reynoutria japonicaEisini Fallopia japonica

Liðaðir stelkar og breið, grøn bløð.

  • Stelkarnir líkjast bambusi og hava týðilig lið.
  • Bløðini sita skiftivís og hava ofta næstan beinan botn.
  • Kremhvítar blómutyssur kunnu koma seint á sumri.
Japansk pílaurt við breiðum grønum bløðum og ljósum blómutyssum.
Bløð og blómurW.carter · CC0
Botanisk talva av japanskari pílaurt við bløðum og ljósum blómutyssum.
Botanisk talva · 1880A. Barnard · Public domain

Navn: Tórshavnar kommuna · Eyðkenni: RHS.