Garðaskøra
Alchemilla mollis
Bløðini eru ljósagrøn og bleyt, við bognum pørtum. Smáar gulgrønar blómur standa í tyssum oman fyri bløðini.
Eyðkenni: RHS · Tjóðsavnið.
Plantuvegleiðing
Skørur líkjast ofta hvørjari aðrari. Men ikki allar skørur eru innræsnar. Lær at kenna munin á garðaskøru og skørunum, sum vaksa av náttúru í Føroyum.
Innræsin
Alchemilla mollis
Bløðini eru ljósagrøn og bleyt, við bognum pørtum. Smáar gulgrønar blómur standa í tyssum oman fyri bløðini.
Eyðkenni: RHS · Tjóðsavnið.
Samanber bløðini
Alchemilla alpina
Bløðini eru býtt í 5–7 smalar partar, og skorurnar ganga heilt inn at miðjuni á blaðnum. Hesin serligi blaðskapurin ger hana lættari at skilja frá garðaskøru.
Eyðkenni: BSBI. Navn: Tjóðsavnið.
Alchemilla faeroensis
Bløðini eru býtt í 7–9 partar, við djúpum skorum millum partarnar. Skorurnar ganga umleið tveir triðingar inn móti miðjuni á blaðnum.
Eyðkenni: Tjóðsavnið.
Alchemilla filicaulis
Skorurnar í bløðunum ganga umleið ein triðing inn móti miðjuni. Eitt týdningarmikið eyðkenni eru hárini á blaðstelkunum og niðast á leggjunum, sum standa út frá plantuni. Hon hevur tvey undirsløg, filicaulis og vestita; hjá vestita er øll plantan hárut.
Eyðkenni: BSBI. Navn: Tjóðsavnið.
Alchemilla wichurae
Bløðini eru rund og partarnir rundaðir, við smáum, hvøssum tonnum. Skorurnar ganga umleið ein triðing inn móti miðjuni. Hárini á blaðstelkunum og niðast á leggjunum liggja inn at plantuni, og sjálv bløðini eru næstan hárleys.
Eyðkenni: BSBI. Navn: Tjóðsavnið.
Onnur skørusløg kunnu eisini vaksa í Føroyum.